VERND AV PRIVATLÍVI TÍNUM – OKKARA SKYLDA

  1. TATA COMMUNICATIONS OG PRIVATLÍV TÍTT
  2. SOLEIÐIS SETUR TÚ TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM
  3. UPPLÝSINGAR SUM VIT SAVNA INN UM TEG OG HVUSSU VIT SAVNA TEIR
  4. HVUSSU NÝTA VIT INNSAVNAÐU PERSÓNSUPPLÝSINGARNAR?
  5. HVØRJA HEIMILD HEVUR HENDAN NÝTSLAN?
  6. NÆR LATA VIT PERSÓNSUPPLÝSINGARNAR VIT SAVNA INN
  7. Altjóða flyting av persónsupplýsingum
  8. HVØRJI RÆTTINDI HAVI EG Í SAMBANDI VIÐ MÍNAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR?
  9. HVUSSU LEINGI VILJA TIT VARÐVEITA MÍNAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR
  10. DÁTUTRYGD
  11. BROYTINGAR Í HESUM TRYGGINGARSKJALINUM

Tata Communications virðir privatlív títt og pliktar seg til at tryggja nøktandi vernd av persónsupplýsingunum hjá tær. Vit virða altíð alla galdandi lóggávu um vernd, trygd og trúnað av persónsupplýsingum. Hetta skjalið um vernd av privatlívi (Skjalið) lýsir hvussu vit savna, nýta, leggja fram og verja persónsupplýsingar. Vit gera eisini vart við tey rættindi, sum tú hevur viðvíkjandi  persónsupplýsingunum, sum vit goyma. Skjalið sipar til tínar persónsupplýsingar, sum vit møguliga viðgera í samband við nýtslu tína av tráðleysa netsambandinum, bilsambandinum og/ella (e)SIM tænastuni, sum er tøk í tínum Jaguar Land Rover (”JLR”) akfari (”Tænasturnar”).

Hetta tryggingarskjalið er í løgum, so tú kanst fara beinleiðis til tey serstøku evnini, sum tú hevur størstan áhuga fyri.

  1. TATA COMMUNICATIONS OG PRIVATLÍV TÍTT
    1. Tað er umráðandi hjá okkum at verja privatlív títt og er tað ein uppgáva, sum vit taka í størsta álvara
    2. Hvørji eru vit? Tata Communications (Holland) B.V. er veitari og hevur ábyrgdina av Tænastuni.  Tilvísingin til “vit”, “okkum” ella “okkara” vísir í hesum skjalinum til hesa fyritøkuna, sum hevur ábyrgdina av at viðgera, savna inn og goyma persónsupplýsingar tínar.
    3. Aðrar upplýsingar um mannagongdir viðvíkjandi tínum persónsupplýsingum kunnu vera tøkir eftir avtalu í sáttmálum, ískoytisprivatlívsfráboðanum  ella boðum til tín frammanundan ella um tað mundið tínir persónsupplýsingar verða innsavnaðir.
    4. Tín nýtsla av okkara Tænastum, og ein og hvør ósemja um privatlív verður at viðgera eftir hesum skjalinum, okkara Terms of Service (sum hetta Skjalið fevnir um við tilvísingum) og ein og hvør annar sáttmáli millum teg og okkum ella ein og hvønn, sum veitir tær atgongd at okkara Tænastur.  
  2. SOLEIÐIS SETUR TÚ TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM
  3. Til allar spurningar um hetta Skjalið og okkara dátuverndarmannagongdir, ella til at fremja tíni rættindi í sambandi persónsupplýsingarnar hjá tær undir galdandi lóggávum, kanst tú nýta okkara sjálvavgreiðsludepil, sum er til taks her.

    Okkara postadressa til spurningar er:

    Tata Communications (UK) Limited Legal Compliance – Data Protection and Privacy
    Vintners Place
      68 Upper Thames Street
    London, EC4V3BJ
    United Kingdom

    Í Týsklandi, Singapor og India kanst tú seta teg í samband við  Dataverndarvørð (“DPO”) okkara. Tað ger tú við at nýta okkara DPO samskiftisoyðublað, sum er til taks her.

  4. UPPLÝSINGAR SUM VIT SAVNA INN UM TEG OG HVUSSU VIT SAVNA TEIR
    1. Alt eftir hvørjar av okkara Tænastum, tú nýtir, kunnu vit savna ella taka ímóti ymsum sløgum av persónsupplýsingum frá JLR  Fylgjandi er eitt yvirlit yvir bólkarnar av upplýsingum, sum vit kunnu savna ella taka ímóti:
      1. Brúkaraupplýsingar:
        1. Samskiftisupplýsingar sum loyva okkum at seta okkum í samband við teg. Vit fáa hesar upplýsingar, tá tú bíleggur ella skrásetur teg til at taka ímóti eina og hvørja Tænastu frá  okkum. Vit savna ella móttaka upplýsingar frá tær, tá tú skrásetur teg at móttaka okkara Tænastur, stovnar ein online brúkara, keypur, biður um hjálp til tøkni, hjálp í samband við rokningar ella annan stuðul, sum vit kunnu veita, luttekur í eini kapping ella kanning, svarar okkum ella á annan hátt setur teg í samband við okkum. Slagið av upplýsingum, sum vit savna, er treytað av samskifti tínum við okkum ella JLR, men kann fevna um navn, bústað, telefonnummar (arbeiði ella heim), teldupostur, post- /faktureringaradressa (arbeiði ella heim), føðingardagur, tól-/akfarseyðkennisnummar, dagfesting fyri byrjan av tænastum og ein og hvør onnur upplýsing sum hevur týdning, til dømis samleika- ella bústaðarprógv. Veiting av slíkum dáta er treytað av, at vit kunnu gera ein sáttmála við teg.
        2. Upplýsingar um rokningar, sum eru tengdir at tínum handils- og fíggjarsambandi, til dømis tænasturnar vit veita tær, telefonnumrini tú ringir og skrivar til, tín nýtsla av internetinum, tíðarstempul ella onnur metadáta um nýtslu tína av tænastum okkara, tín gjaldssøga, tín kredittsøga, tíni keypskortsnummur, títt P-tal (um lógin loyvir hesum), trygdarkotur og tín tænastusøga.
      2. Tøkni & Nýtsluupplýsingar viðvíkjandi Tænastunum vit veita tær, íroknað upplýsingar um hvussu tú nýtir okkara Tænastur.  Tað kann til dømis vera:
        1. Dátuútgerð: Upplýsingar, sum fevna um og eyðmerkja útgerðina á okkara neti, sum tú kanst brúka ella koma í samband  við. Upplýsingar kunnu fevna um, til dømis slag av útgerð, eindareyðkenni, eindarstøða, seriunummur, stillingar, uppseting og slag av ritbúnaði.
        2. Netveiting & Nýtsla: Upplýsingar um nýtslu av útgerð, tænastum og ritbúnaði, , sum tú brúkar á  netinum hjá okkum. Hetta kann fevna um tráðleys staðseting av tólum (til roaming endamál), hvaðani eitt neyð- ella hjálparuppkall kom frá og hvar tað fór, harumframt: dagfesting, tíð, longd og kostnaður, brúkt talutíð, ljóðfesting av uppkalli ogbreiðbandsnýtsla..  Vit savna eisini upplýsingar, sum flutningsgjald og -seinkingar, dáta sum hevur samband við fjareftirlitstænastur og trygdareyðkenni, og upplýsingar um tína nýtslu av okkara samanhangandi talu yvir internet (VoIP) tænastur (íroknað tænastur, sum eru keyptar offline).
    2. Vit kunnu savna persónsupplýsingarnar,ið nevndir eru omanfyri, tá vit veita annaðhvørt tær Tænastur ella onkrum, sum hevur givið tær atgongd at okkara Tænastur. Vit kunnu fáa hesar upplýsingar uppá fleiri mátar, til dømis:
      1. Beinleiðis frá tær: til dømis, tá tú letur frá tær upplýsingar tínar, tá tú teknar teg fyri okkara Tænastum ella setur teg í samband við okkum at fáa tekniska hjálp.   
      2. Sjálvvirkandi: tá persónsupplýsingar verða  framleiddar av nýtslu tíni av okkara Tænastum.
      3. Frá triðjapartskeldum: Av og á savna vit bólkarnar av persónsupplýsingum um teg frá triðjaparti, sum vit hava álit á, í sambandi við Tænastur, sum vit veita tær ella bjóða at veita tær, tá tað er hóskandi og í so stóran mun, sum vit hava heimild til. Hesir umfata JLR, sum tín akførisverksmiðja, KYC-/svikafyribyrgingarumboð, virkisleiðbeinarir, kredittmeting og KYC viðmælis-/viðgerðarumboð og samanhangandi netveitarir. 
  5. HVUSSU NÝTA VIT INNSAVNAÐU PERSÓNSUPPLÝSINGARNAR?
    1. Niðanfyri vísa vit á ymiskar hættir, sum vit viðgera persónsupplýsingar:
      1. Geva tær atgongd til Tænastur: Fyrisita tína umsókn og avgera tín rætt til at fáa atgongd at okkara Tænastum. Hetta umfatar at taka fyrivarni viðvíkjandi ólógligt virksemi, KYC/svik, hóttanir móti okkara ognum ella starvsfólki og brot á okkara Terms of Service og/ella galdandi lóggávur umframt at lúka okkara lógligu skyldur.
      2. Veita tær Tænasturnar tú biður um: Hetta umfatar samskifti við teg og at veita tær Tænasturnar tú biður um.
      3. Fyrisita brúkarar og hjálpa tær at fyrisita tín brúkara: Hetta umfatar samskifti við teg um tína nýtslu av okkara Tænastum, at svara fyrispurningar tínar, at geva tær upplýsingar tú biður um, 
      4. Viðgera gjalding & fakturering:At móttaka og viðgera gjaldingar umfatar at taka fyrivarni móti sviki og at halda okkara lógligu skyldur. 
      5. Verja ræðisrættin á netinum hjá okkum: At tryggja lutir, verja tínar persónsupplýsingar móti tapi, meini, stuldri ella óviðkomandi atgongd, forða fyri lógloysi og svikum, reisa ákæru móti lógbrótarum og verja tjóðartryggleikan.
      6. Fyrisiting av neti okkara: Fyrisita okkara net og nýtslu tína av okkara neti. Hetta umfatar at fyrisita upplýsingarnar sum fara gjøgnum okkara net, fyri at tryggja at besta góðskan av Tænastuni er tøk hjá tær. 
      7. Kanningar og menning av okkara Tænastum: Betra um Tænastuna hjá okkum (og triðjapartsfeløgum) og menna nýggjar, við hjálp frá hagtølum um nýtsluna av okkara Tænastum.   
      8. Virksemi í sambandi við marknaðarføring: Senda tær upplýsingar um okkara Tænastur, uttan so tú biður teg undan hesum. Tá okkum tørvar títt samtykki fyri hesum virksemi, hevur tú rættin til at taka samtykkið aftur. Tað ger tú við at seta teg í samband við okkum. Upplýsingar um samband eru at finna í hesum Skjalinum. 
      9. Halda galdandi lóg: Savna og varðveita upplýsingar um teg har tað er kravt eftir galdandi lóg, til dømis samleikaupplýsingar.
      10. Svara fyrispurningum frá viðkomandi myndugleikum og øðrum, ið er kravt smb. Lóg: Vit kunnu  nýta tínar persónsupplýsingar at svara spurningum frá rættarverjumyndugleikum ella øðrum almennum myndugleikum. Hetta kann gera, at vit veita upplýsingar um teg og/ella upplýsingar um tína nýtslu av okkara Tænastum til slíkar myndugleikar, ella til at forða fyri, steðga ella á annan hátt leggja okkum uppí tína nýtslu av okkara Tænastum og persónsupplýsingum, sum verða framleiddar av nýtsluni.
  6. HVØRJA HEIMILD HEVUR HENDAN NÝTSLAN?
    1. Í ES er støðan hendan: Heimild okkara (ella lógliga grundarlagi) at viðgera tínar persónsupplýsingar veldst um sjálvar upplýsingarnar, okkara samband við tann/tað sum persónsupplýsingarnar fevnir um, Tænasturnar, sum verða veittar, tey serstøku lógarkrøvini í landinum, sum Tænasturnar verða veittar ella persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar, og har afturat nógv onnur viðurskifti.  Lógliga grundarlagið undir mannagongdunum er í høvuðsheitum hetta: ( Tað kann vera broytt í serstøkum londum):
      1. At fara undir samskiftið við teg, veitarar og samstarvspartar, at samskifta við teg og viðgera keyp og fyri at geva tær atgongd til Tænasturnar, mugu vit viðgera upplýsingar um teg sum eru neyðugir at fáa í lag sáttmála lag við teg.
      2. Vit viðgera persónsupplýsingar fyri marknaðar- og søluvirksemi, grundað á samtykki títt har tað er neyðugt og víst á okkara síðum ella tá tínar persónsupplýsingar vóru savnaðar inn, ella til at fremja okkara løgfestu áhugamál til at marknaðarføra og fremja okkara vørur og tænastur ella til at betra um og menna tær. 
      3. Vit brúka okkara løgfestu áhugamál at viðgera upplýsingar fyri at greina, menna, betra um og góðska okkara Tænastur, og fyri at varðveita trygdina og ræðisrættin hjá okkara neti og skipanum. Vit hava eisini løgfest áhugamál í at brúka tínar persónsupplýsingar í sambandi við rættarkrøv, játtan, eftirlit og umsjón har tað er neyðugt. 
      4. galdandi lóggáva (umfatar eisini fjarskiftislógir), eftirlit ella almennur áhugi krevur tað av okkum, til dømis  at eftirlíka rættarmálum, rættarverjumyndugleikum ella eftirlitsmyndugleikum ella fyri at hjálpa til við at forða, varnast ella reisa ákæru móti brotsverkum.
      5. Um tú heldur nakrar upplýsingar aftur, sum vit biðja um, eru vit kanska ikki før fyri at veita tær summar tænastur ella funkur. 
    2. Knýtt at okkara løgfestu áhugamálum: Vit hava javnvágaroynt allar mannagongdir fyri persónsupplýsingar sum vit nýta, grundað á okkara løgfestu áhugamálum, sum vit hava lýst omanfyri. Til ber at fáa upplýsingar um hesar javnváguroyndirnar  við at seta teg í samband við okkum við at nýta upplýsingarnar um samband, sum eru at finna í hesum Skjalinum.
    3. Í øllum øðrum londum (ikki íroknað lond í ES ella rættardømi sum hava líknandi fortreytir sum ES), er okkara grundarlag fyri at viðgera tínar persónsupplýsingar títt samtykki og tín góðkenning av okkara Terms of Service og hetta Skjalið.
  7. NÆR LATA VIT PERSÓNSUPPLÝSINGARNAR VIT SAVNA INN
    1. At móttaka títt samtykki, sum er ásett í summum rættardømum, fevnir um at vit møguliga lata ella avdúka tínar persónsupplýsingar har tað er neyðugt fyri tey endamálini sum eru lýst omanfyri og útgreina niðanfyri:
      1. Dótturfeløg. Vit kunnu geva upplýsingar, sum vit hava fingið frá tær, til okkara dótturfeløg. Har lógin loyvir tí og um neyðugt við tínum samtykki, kunnu okkara dótturfeløg nýta tínar persónsupplýsingar til tey endamál hetta skjalið vísir á, tað fevnir eisini um at marknaðarføra teirra vørur og tænastur til tín.  Tá okkara dótturfeløg viðgera tínar persónsupplýsingar, brúka tey í minstalagi líka tryggar mannagongdir sum hetta Tryggingarskjalið lýsir.   Ein listi yvir okkara dótturfeløg er at finna her.
      2. Tillaging av okkara tænastum. Okkara tænastur verða bjóðaðar umvegis JLR. Tí mugu vit deila tínar persónsupplýsingar við tey, fyri at hjálpa okkum at veita Tænasturnar til tín. Vit kunnu eisini deila tínar persónsupplýsingar við feløg, sum eru heft at skipanum, JLR-sølustøðum, samstarvsfelagar, fyri at veita tær Tænasturnar.
      3. Triðjapart Tænastuveitarir. Vit brúka aðrar fyritøkur og einstaklingar til at veita neyðugar tænastur fyri at veita Tænasturnar ella fyri endamálini, sum eru lýst omanfyri. Hetta fevnir millum annað um: at senda samskifti, viðgera gjaldingar, meta um kreditt og semjuvandar fyri at geva tær atgongd at Tænastunum, greina dátu, umsita kundasamband og at fara at samstarva við netfeløg, arbeiðstakarar ella umboðsmenn, sum veita tænastur okkara vegna.   Hesir triðjupartarnir fevna um berarar ella útvegarar, sum vit kunnu geva persónsupplýsingar til, har tað er neyðugt fyri at veita okkara Tænastur ella fyri millum annað at gera eftir eini áheitan ella einum boði frá tær, at fremja eina tænastu/vørusending, kundatænastur og at fást við gjaldingar.  Hesir triðjupartarnir hava atgongd til persónsupplýsingar, sum eru neyðugir fyri at útinna teirra tænastur, men mugu ikki brúka teir til onnur endamál, har tey viðgera tínar persónsupplýsingar okkara vegna.  Tá vit deila persónsupplýsingar við triðjapartar, tryggja vit at sáttmálarnir hjá triðjapartinum hava hóskandi vernd av tínum persónsupplýsingum.
      4. Samanlegging og annað . Um vit verða keypt av ella løgd saman við eini aðrari fyritøku, ella um allar okkara ognir verða fluttar til eina aðra fyritøku (sum ein húsagangur kundi verið orsøk til), kunnu vit flyta tínar persónsupplýsingar til hina fyritøkuna. Vit kunnu eisini vísa tínar persónsupplýsingar áðrenn eitt slíkt keyp ella slík samanlegging, til dømis fyri ráðgevar okkara og aðrar møguligar ráðgevar. 
      5. Rættarvernd og Svar uppá Rættarmál.Vit kunnu avdúka upplýsingarnar vit fáa frá tær fyri at (i) eftirlíka galdandi lóg, rættarligar mannagongdir, dómar ella onnur lógkrøv ella, (ii) tá vit í góðari trúgv meina, at tað er neyðugt at avdúka upplýsingar fyri at verja tíni rættindi, tryggleika ella tryggleikan hjá øðrum, kanna svik, ella svara umbønum frá myndugleikunum, eisini almennir myndugleikar uttanfyri landið tú ert búsitandi í, til endamál, sum hava við tjóðartryggleikan og/ella virksemi hjá rættarverjumyndugleikum. Sum áður nevnt, kunnu persónsupplýsingarnir vit savna frá tær deilast við almennar myndugleikar ella rættarverjumyndugleikar við teimum endamálunum, sum eru nevnd omanfyri, um vit í góðari trúgv halda, at vit noyðast at gera hetta, um   sannførandi grundir av almennum áhuga tala fyri at vit skulu gera so, ella um tað er kravt fyri at lógliga verja okkara umtalu, vinnuligu, fíggjarligu, løgfrøðiligu ella onnur løggild áhugamál, sum eftirlíka galdandi lóggávu. 
      6. Deila samanlagdar ella dulnevndar upplýsingar.  Vit kunnu nýta tínar persónsupplýsingar til at gera samanlagdar ella dulnevndar upplýsingar, sum vit kunnu deila við triðjapartar.  Eingin kann eyðmerkja hvør tú ert út frá slíkum dulnevndum upplýsingum.  Í øðrum førum kunnu vit fjala tínar persónsupplýsingar áðrenn vit deila teir við triðjapartar, so vit kunnu seta teg í samband við upplýsingarnar aftur, tá teir verða latnir okkum aftur.  Hóast triðiparturin ikki er førur fyri at eyðmerkja teg eftir  fjaldu persónsupplýsingunum, eru vit før fyri hesum.  Vit fara við fjaldu persónsupplýsingunum á sama hátt sum við vanligum persónsupplýsingum og syrgja fyri at teir hava somu trygdarkrøv, tá vit lata teir til triðjapartar.
      7. Bert fyri viðkomandi rættardømir (t.d Japan ella Kina): tú gevur hervið samtykki til at vit kunnu lata tínar upplýsingar við triðjapartar ella sløg av triðjapørtum, sum eru nevnd í hesi greinini. 
  8. Altjóða flyting av persónsupplýsingum
    1. Títt samtykki, sum er eitt krav undir summum rættardømum, fevnir eisini um at Tata Communications kann flyta persónsupplýsingar tvørtur um landamørk.   Tá kunnu tínar persónsupplýsingar flytast til og verða viðgjørdar av øðrum Tata Communications eindum og/ella øðrum triðapørtum.
    2. Allar Tata Communications eindir hava undirskrivað eina samtaksavtalu, galdandi fyri flyting av persónsupplýsingum uttanfyri ES ella til rættardømi, sum ikki áseta eitt nóg høgt trygdarstøði eftir galdandi lóggávum.  Ein listi yvir okkara dótturfeløgum og hvar tey eru stødd er at finna her. Hesin sáttmálin er grundaður á  sáttmálagreinarnar frá ES-nevndini (og sum sambært sáttmála leggur støði undir trygdini fyri persónsupplýsingar, sum samsvarar við tað sum er at finna innanfyri ES).  Soleiðis tryggja vit okkum, at nøktandi tryggleiki er fyri tínar persónsupplýsingar, tá vit flyta teir til eitt av okkara dótturfeløgum, hvar tey so enn eru stødd í heiminum.  Tú kanst fáa eitt avrit av hesum greinunum við at seta teg í samband við okkum.
    3. Tá vit lata persónsupplýsingar til triðjapartar, sum ikki hava samband við Tata Communications Group, krevja vit at allir slíkir triðjapartar virða trygdina hjá persónsupplýsingunum og fara við teimum sum galdandi dátuverndarlógir áseta.  [Bert fyri India: Vit tryggja eisini, at triðjapartar í minsta lagi taka undir við sama støðið innan dátuverju, sum verður hildið av okkum.] Tá vit nýta tænastur frá triðjapørtum at viðgera tínar persónsupplýsingar okkara vegna, loyva vit teimum ikki at nýta hesar upplýsingar til teirra egnu endamál og loyva teimum bara at viðgera teir til tey endamálini vit áseta og í samsvar við okkara leiðbeining.  Tá vit taka upp eitt slíkt samband, vilja vit tryggja okkum at nóg góð trygd er veitt tínum persónsupplýsingum, við at brúka tað dátuflutningstólið sum hóskar seg best til persónsupplýsingarnar og londini sum persónsupplýsingarnir eru í og verða flutt til.  Tá lógin loyvir tað, kann hetta tólið fevna um: nýtslu av ES-góðkendum sáttmálagreinunum; fyri at tryggja at móttakarin hevur sett ES-góðkendu Binding Corporate Rules sum stýra flutningi ella persónsupplýsingar  í verk; ella (í USA) hevur eina Privacy Shield vátting (ES and Swiss Privacy Shield); ella váttar at ES hevur alment váttað at landið, sum móttakarin er staddur í hevur nøktandi vernd av persónsupplýsingum.  
    4. Bert fyri viðkomandi rættardømi (t.d Meksiko, Russland, Kina og Argentina): Við at nýta Tænasturnar, játtar tú at persónsupplýsingar kunnu flytast til triðjalond har hetta krevur tína váttan.
  9. HVØRJI RÆTTINDI HAVI EG Í SAMBANDI VIÐ MÍNAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR?
    1. Undir lógini í nógvum londum, hevur tú ávís rættindi í sambandi við tínar persónsupplýsingar, sum vit varðveita, og vit virða og lýða hesi rættindini.  Slík rættindi kunnu umfata rættin til at: biðja okkum vátta, at vit viðgera tínar persónsupplýsingar, biðja okkum um eitt avrit av tínum persónsupplýsingum (umfatar eisini upplýsingar um hvørji vit deila tínar upplýsingar við) ; at rætta, strika ella avmarka (steðga einum virkandi) viðger av tínum persónsupplýsingum; til at avmarka nýtslu og avdúkan av tínum persónsupplýsingum; og til at biðja okkum deila (flyta) tínar persónsupplýsingar við ein annan, til dømis ein annan veitara av fjarskiftistænastum (tá galdandi lóggáva umfatar hetta rættindið).
    2. Umframt, í summum londum, kanst tú mótmæla viðgerðini av tínum persónsupplýsingum í summum førum (serliga tá okkum ikki nýtist at viðgera upplýsingarnar fyri at fremja eitt galdandi sáttmálakrav ella annað løggildugt krav, ella tá vit nýta upplýsingarnar til beinleiðis marknaðarførslu).   Har tað er galdandi, kanst tú eisini taka aftur títt samtykki til at vit kunnu viðgera tínar persónsupplýsingar og biðja um upplýsingar um fylgjurnar av at taka hetta samtykkið aftur.
    3. Hesi rættindini kunnu vera avmarkað, til dømis um tað at eftirlíka tína umbøn umfatar at avdúka persónsupplýsingar hjá einum øðrum persóni, tá tað vil skerja rættindini hjá einum triðjaparti (umfatar eisini okkara rættindi) ella um tú biður okkum strika upplýsingar, sum lógin krevur at vit varðveita ella vit hava sannførandi løggilda grund til at varðveita.
    4. Fyri at nýta hesi rættindini ella boða okkum frá um iva viðvíkjandi okkara privatlívsvirki, ella fyri at biðja um aðrar upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við okkum, omanfyri sæst hvussu tú kemur í samband við okkum.  Bert fyri Avstralia:  Vit vilja viðgera tín fyrispurning og svara tær í seinasta lagi 30 dagar eftir tú setti teg í samband við okkum.  
    5. Um tú hevur óloystar fyrispurningar, hevur tú rættin at klaga til viðkomandi tjóðar dátuverndarmyndugleika.  Vinarliga set teg í samband við okkum áðrenn tú klagar, so vit hava møguleika at fáa greiðu á tínum fyrispurningi fyrst.  
  10. HVUSSU LEINGI VILJA TIT VARÐVEITA MÍNAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR
    1. Vit varðveita persónsupplýsingar so leingi sum og/ella ikki longri enn vit hava loyvi til tað undir galdandi lóggávum, eftirlit, skatta- ella roknskaparmál ella ásetanir frá almennum fjarskiftisloyvum, sum kunnu viðvíkja okkum.  Vit strika eisini, ella dulnevna persónsupplýsingar í samsvar við krøv sum kunnu viðvíkja okkum.
    2. Har hámark ella lágmark á bindingartíðarskeiðnum ikki er ásett á annan hátt, avgera vit eitt hóskandi bindingartíðarskeið fyri persónsupplýsingarnar við at meta um: nøgdina, slagið og viðkvæmið av persónsupplýsingunum sum  verða varðveitt; møguligi vandin fyri meini frá óviðkomandi nýtslu ella avdúkan av persónsupplýsingum; endamálið við at viðgera persónsupplýsingarnar og um vit megna at røkka hesi endamál á annan hátt.
    3. Bert fyri Kina:tínar persónsupplýsingar kunnu goymast í londum, sum vit flyta persónsupplýsingar í, sum lýst í grein 7, omanfyri.  
  11. DÁTUTRYGD
    1. Vit vilja nýta alla rímiliga stremban eftir at varðveita trygdina av øllum tínum persónsupplýsingum og at verja slíkar persónsupplýsingar móti misnýtslu, uppílegging og tap og móti óviðkomandi innsavning, avritan, atgongd, tillaging ella avdúkan.
    2. Vit nýta rímiligt eftirlit (umfatar eisini kropslig, tøknilig og fyrisitingarlig tiltøk), sum eru gjørd til at betra um trygdina av persónsupplýsingunum vit savna inn á okkara síðum. Eingi trygdartiltøk eru fullkomin, so vit kunnu ikki lova tær at persónsupplýsingar, sum vit savna inn, ongantíð verða sæð ella nýtt av óviðkomandi, orsaka av umstøðum vit ikki hava vald á. Vit hava sett mannagongdir í verk til at taka sær av umstøðum har illgruni er um brot á dátutrygdini, og um lógin krevur tað, geva vit tær og eftirlitstólum boð.
    3. Tiltøkini vit nýta fyri at tryggja tínar persónsupplýsingar eru hesar:
      1. Ítøkilig tiltøk, sum umfata: avmarkað atgongd at teldudeplum og dátugoymslusøvnum; 
      2. Fyrisitingarlig tiltøk, sum umfata: seta innanhýsis dátutrygdarætlanir í verk og venja viðskiftafólk við jøvnum millumbili;
      3. Tøknilig tiltøk, sum umfata: eftirlit við atgongd at viðgerarskipanum av persónsupplýsingum og innseting av skipanum til at halda eftirlit við atgongd, og trygdarskipanir;
      4. Øll atgongd at pørtum av skipanini og til persónsupplýsingar skal vera avmarkað til tey einstøku sum noyðast at vita okkurt;
      5. Atgongurættindi fyri teir einstøku brúkararnar skal vera avmarkað til lágmarkið fyri at tey kunnu gera sítt arbeiði. Tey skulu vera grundað á flokking og virki;
      6. Øll atgongurættindi  mugu góðkennast av pørtum við heimild, sum nágreiniliga lýsur neyðugu rættindini, áðrenn atgongd verður givin; og
      7. Allir brúkarar skulu hava ein einskildan samleika áðrenn teir fáa atgongd at pørtum av skipanini, persónsupplýsingum ella aðrari viðkvæmari dátu. Harumframt mugu allir brúkarar verjast av í minsta lagi einum loyniorði.
  12. BROYTINGAR Í HESUM TRYGGINGARSKJALINUM

    Fyri at tryggja at tú altíð ert vitandi um hvussu vit nýta tínar persónsupplýsingar vilja vit av og á dagføra hetta online tryggingarskjalið, so tað vísir allar broytingar í okkara nýtslu av tínum persónsupplýsingum. Vit gera møguliga broytingar fyri at eftirlíka broytingar í galdandi lóggávum ella lógkrøvum. Har tað er siðvenja, geva vit tær boð á annan hátt, áðrenn broytingar fara fram, sum hava týðandi ávirkan á teg, til dømis við at geva eina fráboðan á okkara síðum ella senda tær eina fráboðan. Har galdandi lóggáva krevur tað, biðja vit um títt samtykki áðrenn slíkar broytingar fara fram. Kortini, heita vit á teg um at endurskoða hetta tryggingarskjalið við jøvnum millumbilum, fyri at fáa upplýsingar um broytingar viðvíkjandi okkara nýtslu av tínum persónsupplýsingum.